Vænta meira í inntøku

bannari
Vænta meira í inntøku
Størsta kommunan í landinum væntar sær meira í inntøku í 2016, hóast skattaprosentið í kommununi lækkar hálvt prosent
Tórshavnar kommuna væntar 836 milliónir krónur í inntøku næsta ár, 26 milliónir meira enn í ár
 
30.10.2015 - 10:35

Tórshavnar kommuna væntar 836 milliónir krónur í inntøku næsta ár, 26 milliónir meira enn í ár, hóast skattaprosentið lækkar úr 20,25 prosentum niður 19,75 prosent.

Kommunuskatturin er mettur at geva 672 mió. kr. næsta ár. Býráðið í Havn hevði fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2016 í gjárkvøldið. Barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 krónur.

Raksturin hjá Tórshavnar kommunu fer at kosta 641 milliónir krónur næsta ár. Tær eru 625 milliónir í ár. Og 339 mió. kr. eru settar av til íløgur í fíggjarætlanini fyri 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982