Aftur í føroyska flotanum

Aftur í føroyska flotanum
Nótaskipið, sum í summar varð selt til Belis, er nú aftur í føroyska flotanum. Í løtuni hevur skipið einki góðkent fiskiloyvi
 
30.10.2015 - 09:42

Nú var hann aftur í føroyska flotanum, Asbjørn Senior. Nótaskipið varð skrásett í gjár og eigarin er partafelagið Ocean Group Faroes Ltd í Vági.

Skipið hevur einki góðkent fiskiloyvi, sambært Teyggjuni. Asbjørn Senior varð í summar seldur til Belis. Eitt skifti fiskaði hann við Móritania, vestan fyri Norðurafrika.

Hann gavst við tí 1. august og fór til Hirtshals, har Asbjørn Senior framvegis liggur, men nú undir føroyskum flaggi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949