Vænta minni yvirskot í ár

Vænta minni yvirskot í ár
BankNordik væntar nú, at úrslitið í 2015 verður nakað minni enn higartil mett. Fráfaringarsamsýningar kosta bankanum 25 milliónir krónur
Úrslitið í 2015 verður nakað minni enn higartil mett, sigur BankNordik, sum í morgun kunngjørdi roknskapin fyri triðja ársfjórðing
 
28.10.2015 - 10:27

Nú, eftir at bankin selur tryggingarfelagið Vørð í Íslandi, er væntaða úrslitið millum 200 og 220 milliónir krónur. Tað var upp í 240 milliónir krónur.

Til 1. oktober í ár hevði BankNordik 157 mió. kr. í vinningi, sum eru 41 mió. kr. meira enn í fjør. Renturnar góvu 17 mió. kr. minni í ár, men tænastugjøldini góvu 29 milliónir meira, tær milliónirnar koma fyrst og fremst frá íløgurøkt og realkreditti.

Niðurskrivingar á útlánum vóru 47 milliónir krónur minni enn í fjør. Raksturin kostaði 14 mió. kr. meira í ár. Orsøkin er millum annað eykaútreiðslur til KT, kunningartøkni.

Fyrrverandi forstjórin fær 9,6 milliónir

Tann 30. september í ár vóru 39 færri starvsfólk enn 30. september í fjør. Nógvu fráfaringarsamsýningarnar til uppsøgd fólk kostaðu bankanum 25 mió. kr.

Sambært Finanswatch, sum hevur hugt í roknskapin hjá BankNordik, fekk Janus Petersen 9,6 milliónir krónur fyri at fara frá sum forstjóri.

Tryggingarvirksemið hjá Trygd gav tríggjar milliónir krónur minni til 1. oktober í ár enn í fjør, sambært roknskapinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949