Góður fiskaprísur

Góður fiskaprísur
Fiskaprísirnir eru betri í ár enn í fjør, sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya
1500 tons minni av botnfiski vórðu avreidd í Føroyum til 1. oktober í ár enn í fjør. Minkingin er fýra prosent. Fiskaprísirnir eru betri í ár enn í fjør
 
27.10.2015 - 08:04

Sambært nýggjastu tølunum, sum Hagstovan hevur kunngjørt, vórðu 1500 tons minni av botnfiski avreidd í Føroyum til 1. oktober í ár enn í fjør. Minkingin er fýra prosent.

Men verður so hugt at milliónum, sum skip og bátar fingu fyri fiskin, er pluss framman fyri tað talið. Góðar 50 milliónir krónur meira fingust fyri fiskin í ár, tað eru 13 prosent meira enn í fjør.

Taka vit tey trý vanligu botnfiskasløgini, tosk, hýsu og upsa, er meira avreitt av toski og hýsu enn í fjør, men minni av upsa. Tíggju prosent meira av toski eru avreidd í ár, men 35 prosent meira fekst fyri toskin í ár enn í fjør.

Tá allar avreiðingar í Føroyum til 1. oktober eru við, eru 794 fleiri tons í ár, bara eitt prosent meira enn í fjør. Men milliónirnar eru næstan hundrað fleiri í ár, 18 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949