Føroyingar missa arbeiðið í norsku oljuvinnuni

Føroyingar missa arbeiðið í norsku oljuvinnuni
Síðani fyrst í oktober eru 45 mans farnir av listanum hjá Pam Offshore, sum hevur nógv fólk í arbeiði í frálandsvinnuni í Noregi
Í fjør summar arbeiddu 230 føroyingar fyri Pam Offshore í Noregi, tá mest var at gera. Nú eru 135 mans á listanum
 
26.10.2015 - 12:30

Í dag eru 135 mans á listanum, sigur Mouritz Mohr, stjóri í Pam Offshore. Tá Útvarpið tosaði við hann tann 8. oktober vóru 180 á listanum.

Í fjør summar arbeiddu 230 føroyingar fyri Pam Offshore í Noregi, tá mest var at gera. Mouritz Mohr sigur, at ein verkætlan, sum Pam Offshore hevur í Noregi, er um at vera liðug.

Hvussu verður, tá tann verkætlanin, ein boripallur, er liðug, fæst Mouritz Mohr ikki at siga ítøkiliga. Men hann sigur, at hann væntar, at okkurt verður.

Pam Offshore hevur rammuavtalur við nakrar fyritøkur í Noregi. Tá tær hava okkurt, sum skal gerast, venda tær sær til Pam Offshore. Pam Offshore hevur ikki fólk í føstum starvi, men setur fólk til hvørja einstaka verkætlan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949