Vilja gagnnýta møguleikarnar í arktisk

Vilja gagnnýta møguleikarnar í arktisk
Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt røðu á ráðstevnuni The Arctic Circle í Reykjavík
 
17.10.2015 - 16:38

Føroyar skulu vera sjónligar í arktiskum høpi, og føroyskt vinnulív eigur at fáa bestu møguleikar at bjóða fram sína serfrøði og tænastur.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í røðu síni á ráðstevnuni The Artic Circle, sum í hesum døgum er í Reykjavík.

- Samgongan hevur sett sær fyri at reka ein virknan uttanríkispolitikk, og vit hava sett okkum fyri at gagnnýta møguleikarnar í arktiska samstarvinum, segði løgmaður.

Aksel V. Johannesen segði, at skipaferðslan kring Føroyar er nógv vaksin seinastu árini, og bera vit okkum rætt at, eru stórir møguleikar hjá føroyskum vinnulívi og havnum at skapa arbeiðspláss og inntøkur við at veita hesum skipum tænastur. 

2.000 altjóða serfrøðingar, vísindafólk, vinnulívsfólk, politikarar, fjølmiðlafólk, embætisfólk og lesandi eru á ráðstevnuni í Reykjavík.

Millum teirra eru franski forsetin, Francois Hollande, og Albert prinsur í Monako. 

The Arctic Circle hevur til endamáls at menna samstarvið í arktiska økinum, og at seta Arktis í altjóða miðdepilin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835