Heilsuverkið á einum vegamóti

Heilsuverkið á einum vegamóti
Játtanin samsvarar ikki við veruliga tørvin, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
 
17.10.2015 - 12:31

Seinastu árini er starvsfólkatalið innan heilsuverkið minkað, men tørvurin á viðgerð og røkt er vaksin. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur víst á, at virksemið á Landssjúkrahúsinum er økt umleið 20 prosent seinastu árini, men lønarjáttanin er tann sama sum í 2011.

Eitt yvirlit hjá Gjaldstovuni vísir, at í 2005 nýtti heilsuverkið 597 milliónir kr. Í fjør vórðu brúktar góðar 934 milliónir. Leysliga mett fáa tey trý sjúkrahúsini 200 milliónir kr. meira nú enn fyri tíggju árum síðani, men útreiðslurnar eru eisini hækkaðar.

Stórur tørvur er á serlæknum í sjúkrahúsverkinum. Serlæknafelagið vísti fyrr í ár á, at neyðugt er at seta 47 serlænar aftrat, skal føroyska heilsuverkið verða á sama stigi sum heilsuverkið í grannalondunum, m.a. tí at 14 serlæknar fara frá fyri aldur. 

Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinu, hevur víst á møguleikan at hava ein pulju til serlæknar aftrat vanligu játtanini til sjúkrahúsverkið.

Tað er eittt gott hugskot, heldur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Siri Stenberg.

Siri Stenberg sigur, at í løtuni verður arbeitt við einari menningarætlan fyri heilsuverki, sum skal vera klár at taka støðu til 1. apríl 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151