Bárður favorittur

Bárður favorittur
Um eina viku verður avgjørt, hvør verður formaður í Sambandsflokkinum
 
17.10.2015 - 10:03

Valfeløgini hjá Sambandsflokkinum royna at semjast um eitt valevni til formansvalið á eykalandsfundinum, sum verður næsta leygardag. 

Kringvarpið skilir, at roynt verður at semjast um stilla næstformannin, Bárð á Steig Nielsen, upp til formansvalið. 

Ein annar, sum verður nevndur sum formansevni, er Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum varð nývaldur á løgtingsvalinum 1. september.

Á eykalandsfundinum skulu veljast bæði formaður og næstformaður. 

Kaj Leo Holm Johannesen boðaði eftir løgtingsvalið frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum. Hann hevur verið formaður síðani 2004. 

Freistin at stilla upp til formansvalið í Sambandsflokkinum er á midnátt í annaðkvøld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151