Klaksvíkingar fáa nú eisini rennibreyt

Klaksvíkingar fáa nú eisini rennibreyt
Um fýra ár er eisini ein rennibreyt í Klaksvík, ætlar borgarstjórin í býnum. Ein fótbóltsvøllur verður eisini gjørdur afturat
Í 2019 hava klaksvíkingar eisini eina rennibreyt, ætlar borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim
 
16.10.2015 - 11:56

Í 2019 er ikki bert Havnin, ið hevur rennibreyt. Klaksvíkingar fáa rennibreyt um fýra ár, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá kommununi.

Gongur tað, sum borgarstjórin í Klaksvík ætlar, kunnu klaksvíkingar eisini so smátt byrja at gleða seg til ein fótbóltsvøll afturat í býnum.

- Ætlanin er at gera eina rennibreyt og ein eyka fótbóltsvøll, soleiðis at vit umframt rennibreytina eisini fara at hava tveir fótbóltsvallir ístaðin fyri ein, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna má ognartaka tvey jarðarstykki, áðrenn farast kann undir at gera rennibreyt og nýggjan fótoltsvøll til klaksvíkingar, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050