Eingin semja um svartkjaft

Eingin semja um svartkjaft
Semja fekst ikki um svartkjaftin á fundinum hjá strandarlondunum í London í gjár. Roynt verður aftur síðst í oktober ella fyrst í november
Semja fekst ikki um svartkjaftin í hesum umfarinum, hóast ein roynd at finna semju um heildarkvotu og býtið millum londini á fundi í London
 
15.10.2015 - 12:22

Eftir at hava viðgjørt vísindaligu frágreiðingina um svartkjaft og langtíðar umsitingarætlanina, varð ein roynd gjørd í gjár at finna semju um heildarkvotu og býtið millum londini. Men tað eydnaðist ikki.

Býtislykilin frá 2006 kann ikki brúkast longur, tí ES vil ikki brúka hann, og Føroyar eru heldur ikki nøgdar við býtislykilin.

Nú samráðast londini um norðhavssildina til seinnapartin í morgin. Eisini har eru londini ósamd um býtið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949