Fiska alt ov nógv

Fiska alt ov nógv
Føroyar og onnur lond fara at fiska 2,8 milliónir tons av makreli, norðhavssild og svartkjafti í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í ár
 
13.10.2015 - 09:16

Tað eru 800.000 tons meira enn altjóða havrannsóknarstovnurin ICES mælti til, skriva Fiskifréttir í Íslandi.

Fiskifréttir skoyta uppí, at nógv halda, at fiskifrøðingar eru í so varnir, ikki minst viðvíkjandi makrelinum, sum ikki tykist vera verri fyri, hóast ovfisking í nógv ár.

Samráðingarnar eru byrjaðar

Samráðingarnar millum strandarlondini um, hvussu tey trý uppsjóvarfiskasløgini skulu býtast næsta ár, eru byrjaðar. Londini byrjaðu við svartkjaftinum í gjár.

Í morgin vera samráðingar um norðhavssildina, og hósdagin í næstu viku er makrelurin á skránni. Tilmælini um svartkjaft og makrel fyri 2016 eru minni enn tilmælini vóru fyri 2015.

ICES mælir til at fiska 36 prosent minni av makreli næsta ár enn heildarkvotan er í ár. Tilmælið um norðhavssild fyri 2016 er nakað størri enn í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949