Russland útsetir oljuboring

Russland útsetir oljuboring
Russiska oljumálaráðið boðar frá, at tey bæði stóru oljufeløgini Rosneft og Gazprom fara at steðga á við at leita eftir olju og gassi í havbotninum
Fyribils fara tey bæði oljufeløgini, Rosneft og Gazprom, at steðga á við oljuboring í tvey-trý ár, boðar russiska oljumálaráðið frá
 
05.10.2015 - 11:22

Fyribils fara tey at steðga á við oljuboringini í tvey ella trý ár. Orsøkin er lækkandi oljuprísurin og tiltøkini, sum fleiri lond hava sett í verk ímóti Russlandi.

Russland hevði ætlanir um at bora 14 hol í havbotnin í 2017, men nú verður bert talan um tvey hol, sigur varastjórin í oljumálaráðnum, Denis Khramov.

Ætlanin er, at Russland fer at bora 28 hol í 2019, ístaðin fyri 19, sigur hann. Khramov vísir á, at tiltøkini sum ES og USA hava sett í verk ímóti Russlandi hava við sær, at Russland hevur ilt við at fáa neyðugu tøknina til vega, so borast kann í havbotnin.

Russland boraði 11 hol í havbotnin í fjør, sigur hann. Oljufelagið Rosneft eigur átta av leiðunum sum steðga á og Gazprom fimm, sigur varastjórin í oljumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949