Greinari: Broytingartíðir í oljuvinnuni

Greinari: Broytingartíðir í oljuvinnuni
Olju- og frálandavinnan má brynja seg til nýggjar tíðir. Prísurin fer neyvan uppum 100 dollarar fyri tunnuna aftur, heldur greinari
Prísurin fyri eina oljutunnu fer neyvan uppum 100 dollarar aftur, heldur danskur greinari. Hon heldur, olju- og frálandavinnan skal brynja seg til broytingartíðir
 
05.10.2015 - 09:28

Olju- og frálandavinnan má brynja seg til, at oljuprísurin ongantíð aftur kemur upp á tað støðið, sum hann var í fjør, áðrenn hann byrjaði at lækka, heldur danski greinarin, Christin Tuxen.

- Sum gongdin er í løtuni, so er vandi fyri at oljuprísurin bert fer ein veg, og tað er niðureftir, sigur Christin Tuxen, greinari, ið starvast hjá Danske Bank, við DR.

Prísurin á olju er næstan lækkaður við eini helvt seinasta árið, og tað hevur havt við sær, at nógv størv eru horvin í oljuvinnuni, og útlitini eru einki serlig.

100 dollarar fyri tunnuna helst søga

- Vit síggja á gongdini, at prísurin er við at leggja seg á 50 dollarar tunnuna, og tað má vinnan laga seg eftir, sigur greinarin hjá Danske Bank.

Christin Tuxen í Danske Bank sigur seg rokna við, at seinast í 2016 fer oljuprísurin at leggja seg á eitt støði, sum er 65 dollarar fyri tunnuna.

- Eg vænti ikki at oljuprísurin nakrantíð aftur fer uppum 100 dollarar tunnuna, ljóðar spádómurin hjá greinaranum, Christin Tuxen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949