Eingin frágreiðing - í øllum førum ikki fyribils

Eingin frágreiðing - í øllum førum ikki fyribils
P/f Eystur- og Sandoyartunlar ger ikki eina tunnilsfrágreiðing av sínum eintingum, spyr nýggi landstýrismaðurin ikki sjálvur eftir frágreiðingini
P/f Eystur- og Sandoyartunlar ger ikki eina frágreiðing um, hví arbeiðið at projektera tunlarnar ikki varð boðið út, uttan so at nýggi landstýrismaðurin biður um tað
 
28.09.2015 - 13:25

P/f Eystur- og Sandoyartunlar ger ikki eina frágreiðing um, hví arbeiðið at projektera tunlarnar ikki varð boðið út, uttan so at nýggi landstýrismaðurin, Henrik Old, biður um tað, sigur formaðurin í felagnum, Bergur Poulsen.

Tann 12. august gjørdist greitt, at norska felagið Norcunsult skal gera forprojekt og kappingargrundarlag fyri báðar tunlarnar. Ein sáttmáli fyri 35 milliónir krónur.

Arbeiðið varð tó ongantíð boðið út, og tað fekk øði í felagið hjá føroyskum ráðgevarum, ið heldur, at arbeiðið saktans kundi verið latið føroyskari fyritøku heldur.

SÍ EISINI Tunnilsfrágreiðing kemur skjótt

Eisini táverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, sum varðaði av málinum, segði seg standa spyrjandi, og bað um eina frágreiðing frá tunnilsfelagnum í august.

Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/f Eystur- og Sandoyartunlar, sigur við útvarpið í dag, at hann fegin vil geva nýggja landsstýrismanninum tíð til at seta seg inn í málið.

Biður landsstýrismaðurin um eina frágreiðing, fer nevndarformaðurin at greiða honum frá tilgongdini. Fyrr enn tað er gjørt, fer felagið ikki í holt við at skriva eina frágreiðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949