Íslendska fiskivinnan missir eina milliard

Íslendska fiskivinnan missir eina milliard
Tað kemur illa við, at Russland og Nigeria eru givin at keypa fisk úr Íslandi
 
23.09.2015 - 07:52

Íslendska fiskivinnan hevur fingið eitt skot fyri bógvin, nú ikki ber til at selja Russlandi og Nigeria fisk.

Sambært einari meting hjá íslendsku vinnuni missir Ísland millum 830 milliónir og eina góða milliard í okkara krónum. Tá telur minni búskaparvøkstur í heiminum eisini við, tí møguleika er fyri, at prísurin á fiski lækkar.

Í fjør útflutti Ísland fisk fyri slakar 13 mia. kr, og ein fjórðingur av íslendska útflutninginum er fiskur. Í fjør arbeiddu 9.000 fólk í fiskivinnuni, á sjógvi ella á landi. Tjúgundi hvør løntakari í Íslandi arbeiðir í fiskivinnuni.

Og í 2013 rindaði íslendska fiskivinnan eina milliard og 370 milliónir krónur í gjøldum til ríkiskassan.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389