Volkswagen partabrøv rapa eftir ákærur um svik

Volkswagen partabrøv rapa eftir ákærur um svik
Volkswagen kann fáa eina bót uppá umleið 120 milliardir, tí fyritøkan hevur svikað við tølum um útlát. Virðið á partabrøvunum er rapað
Partabrøvini í Volkswagen eru eftir fýra døgum minkað 20 prosent í virði, eftir at tað er komið fram, at bilframleiðarin tilætlað hevur svikað við tølum, ið vísa, hvussu nógv bilarnir dálka
Mynd: AP  
 
22.09.2015 - 17:02

Virðið á partabrøvunum í Volkswagen er síðani fríggjadagin fallið við 20 prosentum. Tað er eisini tað lægsta, partabrøvini hava verið í umleið seks ár.

Tað hendir eftir at amerikansku umhvørvismyndugleikarnir hava ákært týska bilframleiðaran at hava svikað við forritinum, ið mátar útlátið frá VW-bilunum.

Partabrøvini í Volkswagen vóru fallin 13 prosent í virði, tá keypskálin í Frankfurt lat upp mánadagin, og virðið á partabrøvunum minkar framvegis.

Greinin heldur fram niðanfyri

Amerikonsku umhvørvismyndugleikarnir hótta nú Volkswagen við ein bót uppá 18 milliardir dollarar, umleið 120 milliardir krónur, fyri umfatandi svikið.

Myndugleikarnir ákæra týska bilframleiðaran fyri tilætlað at hava svikað við tølunum í 11 milliónum bilum, so tølini, ið vísa hvussu bilarnir dálka, vóru penari enn veruleikin er.

Volkswagen hevur longu viðgingið, at fyritøkan hevur svikað við tølunum um útlát. Ein umfatandi kanning skal nú staðfesta, hvussu umfatandi svikið hevur verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389