Annika úr Framsókn og fer í farloyvi

bannari
Annika úr Framsókn og fer í farloyvi
- Eg havi verið undir ómetaligum stórum trýsti og havi havt ov stutta tíð at umhugsa meg í, sigur Annika Olsen í tíðindaskrivi
 
20.09.2015 - 20:46

Fyri løtu síðani sendi Annika Olsen, løgtingskvnna, hetta tíðindaskrivið til fjølmiðlarnar:

 

Við hesum verður boðað frá, at eg í dag havi tikið meg úr fíggarnevndini og úr Framsókn. Eg eri sostatt frá í dag at rokna uttanflokka á Løgtingi.
 

Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt.
 

Sum støðan er, vóru mínar avgerðir at innlima meg i Framsókn og at lata meg velja til formann í fíggjarnevndini ikki rættar. Tískil eiga hesar avgerðir at verða rættaðar beinanvegin.  Hetta er eftir míni bestu og innastu sannføring.
 

At nú so stutt eftir valið at gerast parlamentariska grundarlagið undir samgonguni er ikki rætt og er at svíkja mínar veljarar.
 

Mín avgerð at taka meg úr Fólkaflokkinum stendur tó við. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki kann taka undir við konservativa strukturinum í flokkinum. Eftir valúrslitið brast vónin fyri nakrari broyting í førda politikkinum hjá Fólkaflokkinum.
 

Eg fari inniliga at biðja øll, serliga mínar veljarar, um umbering fyri, at eg á løgtingsfundinum seinasta hósdag leyp framav.
 

Fyribils ætli eg mær ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, og fari inniliga at biðja fjølmiðlarnar um at virða hetta.
 

Eg ynski komandi dagarnar at fáa frið saman við mínum nærmastu. Skriv er tí sent Løgtinginum við umbøn um farloyvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982