Tórshavn Radio gevst við skipssamrøðum

Tórshavn Radio gevst við skipssamrøðum
Á nýggjárinum gevst Tórshavn Radio at avgreiða skipssamrøður. Tørvur er ikki longur á tænastuni, ið er blivin yvirhálað av nýggjari tøkni
Tórshavn Radio gevst á nýggjárinum at avgreiða skipssamrøður. Tørvur er ikki longur á tænastuni, nú skip hava aðra samskiftisútgerð umborð
 
19.09.2015 - 13:56

Nýggja, tøkniliga menningin hevur við sær, at nærum eingin tørvur longur er á tænastuni at avgreiða skipssamrøður, skrivar MRCC á heimasíðuni.

Meðan Tórshavn Radio áður hevði tvey vaktarsett fólk, ið tóku sær av at avgreiða samrøður frá skipunum, er tað talið minkað niður í nærum einki.

Í fjør avgreiddi Tórshavn Radio fimm samrøður tilsamans, meðan seks samrøður higartil í ár eru farnar umvegis Tórshavn Radio.

Neyð- og trygdartænastan kemur tó at halda fram, eins og tøkniligi møguleikin at stilla samrøður um frá skipum til telefonir á landi eisini verður varðveittur, skrivar MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389