- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava veitingarskip í dokkina
Vilja hava veitingarskip í dokkina
Ein brunnur verður gjørdur á skipasmiðjuni á Skála

16.09.2015 - 09:23
Turrdokkin á Skála skal gerast áhugaverdari hjá frálandsvinnuni at brúka.
Ein nýggju brunnur, sum er 20 fermetrar til víddar og fýra metrar djúpur, verður nú gjørdur á skipasmiðjuni.
MEST, sum eigur skipasmiðjuna, sigur, at hetta verður gjørt m.a. fyri at gera turrdokkina áhugaverdar fyri veitingarskip í frálandsvinnuni.
Flestu veitingarskipini hava eina Azimut skrúvu framman, sum kann lorast undan botninum niður í brunnin, tá kanningar og sýn verða gjørd.
Tí er neyðugt at hava ein brunn til slíkt umvælingararbeiði, skrivar MEST í tíðindaskrivi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV