Samráðingarnar um samgongu ganga framá

bannari
Samráðingarnar um samgongu ganga framá
Ríkisfelagsskapin fara flokkarnir at tosa um í morgin, mánadagin
 
06.09.2015 - 15:14

Tað gongur framá, men enn eru fleiri stórmál at taka støðu til, og tað fer at taka nakrar dagar aftrat, áðrenn ein nýggj samgonga verður skipað, sigur Aksel V. Johannesen, ið stendur fyri samráðingunum.

Samráðingarnar steðgaðu um nátturðatíð í gjárkvøldið, og verða tiknar uppaftur nú seinnapartin.

Nøkur mál eru loyst, og onnur er tosað meira leysliga um, sigur Aksel V. Johannesen. Og hóast ójavnir á máli um nøkur teirra roknar formaður Javnaðarfloksins við, at flokkarnir verða samdir.

Sjónarmiðini eru ymisk m.a. um ríkisfelagsskapin, men hann hava flokkanir enn bert tosað yvirskipað um, og tað málið fer at verða viðgjørt í morgin, mánadagin, væntar Aksel V. Johannesen.

Fiskivinnunýskipanin er eitt høvuðsmál

Eitt annað er fiskivinnunýskipanin, sum støða skal takast til, og hon er eitt av høvuðsmálunum hjá eini nýggjari samgongu, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vónar, at ein nýggj samgonga kann leggja uppskotið fyri løgtingið næsta ár, so lógin fær gildi frá 1. januar 2018. Tó kann hugsast, at allar lógir kring nýskipanina ikki verða samtyktar beinan vegin, men at tær koma í gildi so við og við, so fiskivinnan kann tillaga seg broyttu viðurskiftini.

Hjúnabandslógin hevur ikki verið viðgjørd enn. Tó er tað soleiðis, at í flestu flokkum er tað eitt mál, har tinglimirnir atkvøða eftir egnari sannføring, og soleiðis verður tað eisini í hesum føri, skilst á Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109