- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtar seg sekan í manndrápi
Maðurin, sum er skuldsettur fyri manndráp í Hvalba fyri einum ári síðani, játtar seg sekan. Tí verður tað eitt ájáttanarmál - ikki nevningating - sum verður í Føroya rætti mikudagin.
Skuldsetti maðurin, sum er 24 ára gamal, hevur higartil ikki tikið støðu til skuldarspurningin. Tí var ætlanin, at hann skuldi fyri eitt nevningating, men tað verður av ongum, tí maðurin hevur játtað seg sekan.
Christian Andreasen, verji, vil ikki útgreina, hví maðurin nú játtar seg sekan í manndrápi. Tað má bíða, til málið kemur fyri rættin, sigur Christian Andreasen við útvarpið.
Mentalkannaður
Maðurin er skuldsettur fyri at hava stungið ein 36 ára gamlan mann tríggjar ferðir í hálsin. Hann doyði. Tann skuldsetti er mentalkannaður, men verjin vil ikki útgreina innihaldið í kanningini.
Skuldsetti maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 10. august í fjør. Síðstu mánaðirnar hevur hann sitið í Vestre fængsel í Danmark.