- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðir: Her vilja tey flestu búgva
Kanningin varð løgd fram á aðalfundi hjá MFS - Meginfelag Føroyska Studenta - týskvøldið. 86 prosent av limunum siga, at tey vilja búgva í Havn.
Og 90 prosent av útisetunum, sum eru limir í felagnum, hava Havnina sum fremstu raðfesting, tá tey flyta aftur til Føroyar at búgv.
Útisetarnir eru á leið 10 prosent av samlaða limatalinum hjá Føroya Bústaðarfelag, sum hevur 2.246 limir.
Trýstið á Havnina fer at vaksa
- Kanningin gevur greiðar ábendingar um, at trýstið fer at vaksa nógv í Havn. Tað er fakta, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum, sum legði kanningina fram týskvøldið.
62 prosent av teimum spurdu í kanningini eru frammanundan búsitandi í Havn, men heili 86 prosent av limunum kring alt landið vilja búgva í høvuðsstaðnum.
Aldursbólkurin 20-29 ár er best umboðaður í kanningini. Kanningin vísir millum annað, hvussu hesir limirnir hjá Føroya Bústaðarfelag vilja búgva. Flestu av teimum vilja búgva í 3-rúmsíbúðum.