- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sektaruppskot fyri at bróta reglur
Sektaruppskotið er 15.000 kr. Vága floghavn hevur ikki svarað enn, um tikið verður av sektaruppskotinum. Noktar felagið at rinda bótina, sendir fútin Føroya rætti málið.
Brunaeftirlitið meldaði tann 19. november í fjør Vága Floghavn fyri at bróta reglur um eldhættisligt virksemi á flogvøllinum.
Mistak at bunkringarstøðini vórðu brúkt
Brunaeftirlitið gav Vága Floghavn forboð fyri at brúka nýggju bunkringarstøðini hjá flogførunum eftir útbyggingina á flogvøllinum, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent tey.
Men tá Brunaeftirlitið helt seg við vissu vita, at flogførini kortini bunkraðu har og tí brutu forboðið, meldaði politiið P/f Vága Floghavn.
Vága Floghavn hevur eftir tað boðað Brunaeftirlitinum frá, at bunkringarstøðini verða ikki brúkt longur, og at tað var eitt mistak, at tey vórðu brúkt.