- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsfólk vilja hava grindalógina broytta
Skal grindalógin broytast?
Tann spurningin fingu tey 33 tingfólkini, tá útvarpssendingin, Summarmorgun, ringdi til allar løgtingslimirnar týsdagin. Í spurnarumfarinum siga ikki færri enn 28 løgtingslimir, at tey vilja broyta grindalógina.
SÍ EISINI Yvirlit: Tað halda løgtingslimir um grindalógina
Bara tveir løgtinglimir siga seg ikki vilja broyta grindalógina, meðan tríggir tinglimir høvdu atkvøtt blankt, um grindalógin kom aftur til atkvøðugreiðslu.
Tað eru serliga ásetingarnar um fráboðanarskyldu, sum hava fingið løgtingslimir at broyta støðu.
Nógv fokus hevur í summar verið á fráboðanarskylduna og revsingina fyri ikki at boða frá grind, sum er ásett í nýggju grindalógini.
Ferðavinnan hevur funnist at herdu grindalógini
Ferðavinnan hevur verið harðliga ímóti hesi fráboðanarskyldu, sum sambært vinnuni kann styggja útlendsk ferðafólk burtur og harvið skaða ferðavinnuna.
Løgtingið samtykti nýggju grindalógina so seint sum 22. juni í ár. 27 atkvøður vóru fyri, ein ímóti og ein atkvøða var blank.
Nú er løgtingið farið heim. Fleiri tingfundir vera ikki fyrr enn eitt nýtt løgting kemur saman aftur eftir løgtingsvalið 1. september.