- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskassin skal ikki rinda fyri gummibátin
Landskassin skal ikki rinda Sea Shepherd 20.000 kr. fyri gummibátin, sum tvey fólk vóru í, tá grind var í Bø tann 23. juli.
Føroya rættur avgjørdi at brúka revsilógina og ikki grindalógina, tá hann avgjørdi, at gummibáturin skal konfiskerast, dragast inn.
Sambært grindalógini er slík konfiskasjón at rokna sum ognartøka. Tá hevur tann, sum eigur lutin, grundlógartryggjað rættindi og eigur at fáa fult endurgjald fyri tað inndrigna.
Men ákæruvaldið kravdi konfiskasjón uttan endurgjald. Og Føroya rættur avgjørdi at brúka revsilógina og ikki grindalógina.
Dómarnir skotnir inn fyri eystara landsrætt
Gummibáturin er - við motori og aðrari útgerð - mettur at vera verdur 20.000 kr. Dómarnir hjá Føroya rætti fríggjadagin eru skotnir inn fyri Eystara landsrætt.
Sambært dómunum fingu fýra fólk, sum vóru á sandinum í Bø, tá grindin var har, ávikavist 25.000 og 35.000 kr. í bót.
Størru bótina fekk ein kvinna, tí hon er leiðari hjá Sea Shepherd fólkunum, sum eru á landi í Føroyum í summar. Hennara lutur í kriminalitetinum var leiðandi, sigur Føroya rættur.
Ætla ikki at rinda bøturnar
Tey bæði fólkini í gummibátinum fingu 30.000 kr. hvørt í bót. Linasta dómin, 5.000 kr., fekk maðurin, sum var á sandinum, tá grindin varð hildin til í Sandágerði, eisini tann 23.juli.
Og Sea Shepherd-felagsskapurin fekk 75.000 krónur í bót. Sea Shepherd hevur boðað frá, at bøturnar verða ikki rindaðar. Verða tær ikki tað, skulu tey fýra fólkini, sum vóru í Bø, inn at sita í 14 dagar, og maðurin í Sandágerði í átta dagar.
Føroya rættur brúkti tað, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum segði um revsingina fyri at bróta grindalógina. Nevndin segði, at bótin eigur at vera minst 25.000 kr., sum er nógv meira enn Fiskimálaráðið skeyt upp.