- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grein 19 nevndin liðug við kanning
Tingskipanin sigur, at nevndir, sum verða settar sambært grein 19 í stýrisskipanarlógini, sita, til tær hava avgreitt setning sín, tó ikki longur enn til, at løgtingsval hevur verið.
Nevndin er liðug, og kanningin verður nú rættlisin á Løgtingsskrivstovuni. Ætlanin er at fáa hana til prentingar í annaðkvøld. Miðað verður eftir at almannakunngera kanningina týsdagin í næstu viku.
Kanningin verður givin út í bók. Sjálv kanningin er okkurt um hálvtannað hundrað síður, og so eru samandráttur og skjøl afturat, okkurt um hundrað síður.
Nývalt løgting skal viðgera kanningina
Nevndin hevur tosað við 13 fólk í sambandi við kanningina. Eftir løgtingsvalið er ætlanin at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið, so løgtingið fær viðgjørt kanningina.
Sambært lógini um grein 19 nevndina skal nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, tá Eik kollsigldi, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør.
Arbeiðssetningurin hjá nevndini fevnir tó ikki um revsirættarlig viðurskifti hjá einstaklingum. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, bað fyrst í mai í fjør løgtingið seta eina grein 19 nevndina at kanna Eik grunnin. Tað samtykti løgtingið einmælt at gera.