Seturskúlaferðir hjá skúlabørnum komnar í vanda

Seturskúlaferðir hjá skúlabørnum komnar í vanda
Lærarafelagið noktar limunum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at tímar eru skrásettir í virksemisætlanini sambært galdandi avtalu
Seturskúlaferðir eru komnar í vanda eftir at Lærarafelagið noktar limunum at fara í seturskúla við næmingunum, eru tímarnir ikki skrásettir í virksemisætlanini sambært galdandi avtalu. Myndin hevur ikki samband við eitt ítøkiligt mál
 
10.08.2015 - 09:36

Tað merkir, at fyrsti og annar dagur skulu skrásetast við 14 tímum hvør, og hinir dagarnir við tíggju tímum hvør, tá lærarar fara á seturskúla við børnum.

Men sambært Lærarafelagnum boðaði Mentamálaráðið í vár skúlaleiðslunum frá, at skerjingar eru gjørdar í játtanini til tímar til seturskúla.

Lærarafelagið gjørdi vart í juni

Lærarafelagið sigur, at skerjingin ger, at í summum skúlum fara drúgvar siðvenjur um seturskúla fyri skeytið. Felagið gjørdi longu í juni vart, at fráboðanin, sum kom fríggjadagin, var á veg.

Fríggjadagin boðaði Lærarafelagið so frá, at tað noktar limum felagsins at fara í seturskúla, fáa lærarar ikki 14 tímar fyri tveir teir fyrstu dagarnar og tíggju tímar fyri hinar dagarnar í seturskúlanum.

Lærarafelagið sigur, at ágangurin úr Mentamálaráðnum á arbeiðstíðina hjá lærarum er stórur. Felagið tekur tí neyðug stig at verja vunnin rættindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512