- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn eitt harðskapsmál á Summarfestivalinum
Tveir mans komu til ilnar á Summarfestivalinum í morgum. Teir fóru til hendurs á økinum, har wc'ini standa við stadionplássið, og tað endaði við, at annar var sligin niður. Maðurin mátti á skaðastovuna eftir tilburðin, men enn er ikki greitt, um hann hevði brotið nakað, upplýsir vakthavandi á politistøðini
Hetta er ikki fyrsta harðskapsmál á Summarfestivalinum í ár.
Náttina til fríggjadagin fór ein annar maður á skaðastovuna. Hann hevði brotið nøsina, og illgruni var eisini um, at hann hevði brotið kjálkabeinið eftir ein bardaga á festival-økinum.
Aðrir smáir samanbrestir hava verið millum fólk, sum hava verið ósamd um eitthvørt, men hetta er ikki óvanligt, tá nógv fólk eru savnaði, sigur vakthavandi á politistøðini, sum heldur, at festivalurin sum heild hevur verið rímiliga friðarligur.