- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja at málið verður loyst
Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu, mótmæla, at túratalið hjá Teistanum verður skert í heyst og í vetur, tí neyðug játtan er ikki til arbeiðið at rudda grótið burtur, ið ávirkar siglingina hjá Teistanum, tá veðrið øtlar.
Ætlanin var, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skuldi biðja løgtingið um eykajáttan til Landsverk nú í august, so grótið kundi ruddast burtur. Men nú val er útskrivað, er óvist, hvussu verður við hesum.
Skrivað bræv til landsstýrismannin
Hetta góðtaka Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu als ikki. Í opnum brævi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, vísir Páll á Reynatúgvu á, at hann longu fyri tveimum árum síðani hevur víst á trupulleikan.
SÍ EISINI Løgtingsvalið órógvar sigling hjá Strandferðsluni
- Hetta er ein neyðstøð, og tá hevur fíggjarnevndin bráðfeingis heimild til at veita játtan við fíggjarnevndarskjali, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Her er ikki at drála, men at fara til verka, sigur Páll á Reynatúgvu eisini í brævinum til landsstýrismannin.
Krevja at peningur verður funnin
Brandur Sandoy tekur undir við Pálli á Reynatúgvu. Talan er um eina neyðstøðu fyri Sandoynna, sigur hann.
- Vit sum búgva í oynni krevja, at peningur verður funnin til hesa støðu, ið mná metast sum ein neyðstøða, sum oyggin er komin í, sigur Brandur Sandoy.
- Teistin er okkara alfaravegur, og tí kann tað als ikki góðtakast, at grótið verður liggjandi út móti vetri, soleiðis at siglingin í vetur verður darvað av hesum ávum, sigur hann.