Tingfundur uttan orðaskifti

bannari
Tingfundur uttan orðaskifti
Løgtingsfundirnir í dag vera øðrvísi enn aðrir løgtingsfundir, tí lítið og einki orðaskifti verður á tingfundinum klokkan 10 í morgun
Lítið og einki orðaskifti verður á tingfundinum, sum verður klokkan 10 í morgun
 
04.08.2015 - 08:09

Umrøða avfrágreiðing løgmans á ólavsøku á dagsskránni stendur á dagsskránni. Men umrøða skal helst eingin vera á tingfundinum í dag.

Løgtingsformaðurin og formenninir í tingbólkunum eru samdir um, at nú val er útskrivað, eigur einki orðaskifti at vera á tingfundunum í dag, tí valstríð skal ikki vera í tingsalinum.

SÍ EISINI Ikki misnýta tingsins røðarapall til valstríð

Men stýriskipanarlógin sigur, at løgtingið skal viðgera frágreiðing løgmans innan seks yrkadagar eftir ólavsøkudag. Tí er tingfundur um frágreiðingina í dag.

Framløga er eisini á skránni. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer at leggja fram uppskot um sama fiskidagatal næsta fiskiár sum í ár.

SÍ EISINI Nú er óvist við átaluni til løgmann

Formansskapurin hjá løgtinginum fer at leggja fram síni uppskot til samtyktar um at geva Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, átalu fyri at bróta lógina um ábyrgd landsstýrismanna í CIP-málinum.

Ætlanin er at víkja frá øllum tíðarfreistum, so alt verður avgreitt í dag, bæði nevndarviðgerð, onnur viðgerð og triðja viðgerð. Tingfundurin í dag er ætlaður at vera tann seinasti í hesum valskeiðinum, sum endar í ótíð 1.september.

Lítið sannlíkt at misálit kemur

Jokarin á tingfundunum í dag kann vera uppskot um misálit á løgmann. Men tað er neyvan sannlíkt, at eitt slíkt uppskot kemur.

Tá Útvarpið skattaði dýpið leygardagin, segði eingin av teimum fýra formonnunum í andstøðuflokkunum seg hava ítøkiliga ætlan um at leggja fram uppskot um misálit á løgmann, fyri at hava givið løgtinginum skeivar upplýsingar um breakfee avtaluna við CIP.

Men skuldi eitt misálit komið, og tað verður samtykt, so missir Kaj Leo Holm Johannesen rættin til at vera tann fyrsti at royna at skipa samgongu eftir valið 1. september. Sum sitandi løgmaður hevur hann initiativið, sum sagt verður, eftir valið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109