- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Misálit á løgmann verður lagt fram
Tá tingfundurin verður tikin uppaftur seinni í dag, verður eitt av málunum misálit á løgmann, Kaj Leo Johannesen, fyri leiklutin hjá løgmanni í málinum um Eysturoyartunnilin, skilst í Løgtinginum.
- Flokkarnir gera á hendan hátt vart við sína misnøgd við løgmann, segði Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, í samrøðu við útvarpið í eyka tíðindasending klokkan 11.
SÍ EISINI Til reiðar at reisa misálit á løgmann
Tað verða Framsókn og Tjóðveldi, ið fara at leggja fram misálit á løgmann á tingfundinum í dag, segði politiski viðmerkjarin í samrøðu við útvarpið.
Teir báðir flokkarnir fáa helst eisini undirtøku frá Javnaðarflokkinum, tá misálitið verður lagt fram, væntar Árni Gregersen. Hvørja støðu hinir flokkarnir hava, er ikki greitt í løtuni.
Dagført 12:01: Tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, boðar frá, at málið um misálit á løgmann verður viðgjørt klokkan 12:30, tá tingfundurin verður tikin uppaftur.