Fiskavirkisskipanin ikki broytt áðrenn valið

bannari
Fiskavirkisskipanin ikki broytt áðrenn valið
Broytingar í fiskavirkiskipanini hjá ALS fara at liggja á borðinum hjá tí, sum tekur við Vinnumálaráðnum eftir løgtingsvalið 1. september
Broytingar í fiskavirkiskipanini hjá ALS fara at liggja á borðinum hjá tí, sum tekur við Vinnumálaráðnum eftir løgtingsvalið 1. september
 
03.08.2015 - 08:45

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ger ikki meira við tað málið. Full semja er nú í stýrinum hjá ALS um broytingarnar í fiskavirkisskipanini, so hon fer at kosta minni enn nú.

Stýrið var ikki samt um, at tey, sum arbeiða á uppsjóvarvirkjum og kryvjivirkjum, skuldu úr skipanini. Tað var annars upprunaliga ætlanin. ALS-stýrið hevur so gjørt eitt nýtt uppskot um kunngerð.

Sambært uppskotinum sleppa tey, sum eru í fiskavirkisskipanini hjá ALS, ikki at vera har so leingi sum nú. Og, sambært uppskotinum, vera færri fólk í fiskavirkisskipanini í framtíðini.

Fyrra uppskotið bíligari

Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, sigur, at stýrið hevur ikki roknað út, hvussu nógv ALS fer at spara, um kunngerðin kemur í gildi. Men tað verður ikki so nógv sum við fyrra uppskotinum.

SÍ EISINI Uppskot um at broyta fiskavirkisskipan

Sambært fyrra uppskotinum varð sparingin mett at vera átta til tíggju millónir krónur um árið. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, boðaði longu frá, tá hann fekk seinna uppskotið fyrst í juli, at hann gjørdi einki við uppskotið.

Tað skuldi bíða til eftir løgtingsvalið. Og ALS kann bíða, sigur stýrisformaðurin, tí nú eru inntøkurnar hjá ALS størri enn útreiðslurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109