- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valplakatir, men enn ongin valevni
Fyrsta valplakaturnar hjá flokkunum eru komnar upp at hanga, men enn er ikki greitt, hvør stillar upp fyri teir ymsu flokkarnar.
Freitin at stilla upp til løgtingsvalið er 18. august klokkan 18.00, tvs. tvær vikur fyri løgtingsvalið, sum verður 1. september.
301 fólk kunnu stilla upp
Teir sjey flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi, kunnu í mesta lagi stilla 301 fólk upp til løgtingvalið. Lógin um løgtingsval tilskilar, at hvør flokkur kann uppstilla 10 valevni fleiri, enn umboð eru á tingi, tvs. 43 valevni í part.
Á seinasta løgtingsvalið vóru 168 valevni uppstillað. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu flest valevni, 36 í part, tað skrivar in.fo.
Ongin nýggjur flokkur bjóðaåi seg fram til løgtingsvalið hesaferð. Freistin at boða frá var tann 30. juli klokkan 18.
Átalurnar í tingið týsdagin
Løgtingið hevur bert ein fund áðrenn valið 1. september. Hann verður týsdagin. Tá fer løgtingið at viðgera ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, fiskidagarnar og tær báðar átalurnar, sum skulu gevast løgmanni og Kára P. Højgaard í sambandi við handfaringina av málinum um skálafjarðartunnilin.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, segði í gjár við útvarpið, at uppskotini um átalur eru skrivað.
Uppskotini verða eftir øllum at døma samtykt í tinginum týsdagin uttan orðaskifti. Tí formenninir í politisku flokkunum á tingi samdust á fundi í gjár um at lítið og onki orðaskifti skal vera í løgtinginum hesa tíðina til valið hevur verið 1. september.
Ivasamt misálit
Meira ivasamt er tað, um eitt misálit á løgmanni verður lagt fram týsdagin.
Kringvarpið tosaði í gjár við allar formennirnar í andstøðuflokkunum, og spurdu teir, um nakar teirra hevur ætlanir um at leggja uppskot um misálit fyri tingið. Ongin teirra sigur seg hava ítøkiligar ætlanir um misálit, men fleiri teirra umhugsa møguleikan.
Bæði Aksel Johannesen og Høgni Hoydal søgdu tó, at tað sær út til at verða sera trupult at fáa meiriluta til eitt misálit. Tí tað kann verða trupult at fáa nakran í samgonguni við, nú val er útskrivað.