Sjey flokkar stilla upp

bannari
Sjey flokkar stilla upp
Ongin nýggjur flokkur bjóðar seg fram til løgtingsvalið hesaferð
 
31.07.2015 - 15:19

Freistin at boða frá nýggjum flokki til løgtingsvalið var úti í gjárkvøldið klokkan 18. 

Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Almannamálaráðnum, sigur, at ongin fráboðan er komin um nakran nýggjan flokk til løgtingsvalið.

Reglurnar í løgtingsvallógini siga, at í seinasta lagi klokkan 18, dagin eftir at valið er útskrivað, kann verða boðað frá nýggjum flokki.

Men tað kann vera trupult at stovna nýggjan flokk eftir einari nátt, tí kravið er, at í minsta lagi 800 undirskriftir fylgja við fráboðanini um nýggja flokkin.

Hetta eru dagfestar og undirskrivaðar váttanir frá øllum 800 veljarunum, sum fráboða flokkin. 

Hesar váttanirnar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, sum skulu vátta, at viðkomandi er á vallista. Veljarin skal vera lýstur við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift.

Løgtingsval verður týsdagin 1. september.

Seinasta freist at lata valevnislistar inn er tvær vikur fyri vali, týsdagin 18.august kl.18.00.

Teir sjey flokkarnir, sum eru í løgtinginum nú, fara at stilla upp. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109