- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður varðveitir samráðingarrættin
Løgmaður útskrivaði val í dag, men hann legði ikki frá sær sum løgmaður, og tí varðveitir hann samráðingarrættin í samband við at nýggj stjórn skal skipast.
Tað er ein stórur fyrimunur, sigur Beinta Løwe politiskur viðmerkjari hjá Kringvarpinum, og kanska eisini ein orsøk til, at løgmaður ikki tekur avleiðingarnar av kanningarúrslitunum hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra í Skálafjarðamálinum.
Løgmaður helt í ólavsøkurøðuni fast um tað, sum hann áður hevur sagt um niðurstøðurnar hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri í Skálafjarðamálinum.
Kanningarstjórin kom til tað niðurstøðu, at løgmaður breyt lógina um ábyrgd landsstýrismanna, og bar løgtinginum skeivar upplýsingar, tá hann fleiri ferðir segði, at hann eftir sínari fatan ongan leiklut hevði í break-fee avtaluni við Copenhagen Infrastructure Parnters.
Men hóast bæði andstøðan og einstakir løgtingslimur úr samgonguni, hava sagt við miðlarnar, at løgmaður átti at tikið avleiðingarnar av niðurstøðunum hjá kanningarstjóranum og lagt frá sær, og at talan hevur verið um at givið løgmanni eina nøs, tók løgmaður ikki í egnan barm í ólavsøkurøðuni