Fingið fleiri deyðshóttanir

Fingið fleiri deyðshóttanir
Martin Henriksen fólkatingslimur hevur fingið fleiri deyðshóttanir frá hvala-mótmælisfólki
 
29.07.2015 - 09:10

Martin Henriksen, fólkatingslimur hjá Danska Fólkaflokkinum, hevur fingið fleiri deyðshóttanir frá hvala-mótmælisfólki eftir at hava svarað leiðaranum í Sea Shepherd aftur. Hann ætlar nú at melda hóttanirnar til løgregluna.

Allir fólkatingslimirnir hava eftir umrøðu í altjóða fjølmiðlum av grindadrápunum í síðstu viku fingið fleiri túsund hvassorðaðar teldupostar frá hvalaveiðu-mótstøðufólki úr øllum heiminum. 

Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, hevur eisini skrivað til allar danskar fólkatingslimir um at steðga grindadrápinum. Martin Henriksen úr Danska Fólkaflokkinum, ið er næstformaður í Føroya-nevndini hjá fólkatinginum, er tann einasti, ið hevur svarað honum aftur, og síðani hevur hann fingið fleiri deyðshóttanir frá hvalaveiðu-mótstøðufólki bæði í teldupostum og á telefonsvararanum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109