Vónandi verða valini loynilig

Vónandi verða valini loynilig
Í Útoyggjafelagnum vóna tey, at tað verður loyniligt, hvat veljarar á smáplássum fara at velja á komandi løgtingsvali.
 
18.07.2015 - 15:46

Ein meginregla í vallógini er, at valið skal vera loyniligt. Men sambandsmaðurin Helgi Abrahamsen hevur víst á, at summi valstøð hava so fáar veljarar, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu.

Í vallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar. Tað er bara tríggir veljarar fleiri enn tað eru flokkar í løgtinginum.

- Hetta er ein fólkaræðisligur trupulleiki, og vónandi verður tað broytt nú, heldur Útoyggjafelagið

Í Útoyggjafelagnum siga tey kortini, at tað skal framvegis bera til at greiða atkvøðu í sjálvari bygdini, men at samanteljingin skal fara fram á einum størri valstað. 

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sagt, at eitt uppskot í vallógini kemur fyri løgtingið eftir ólavsøku. Uppskotið er, at minsta veljaratal á einum valstaði er 100 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109