Kári fer at atkvøða um at átala seg sjálvan

Kári fer at atkvøða um at átala seg sjálvan
Men hann hevur ikki tikið støðu enn, um hann fer at atkvøða fyri ella ímóti at geva sær sjálvum eina revsirættarliga átalu
 
18.07.2015 - 12:17

Sjálvstýrismaðurin Kári P. Højgaard fer sjálvur at atkvøða, tá Løgtingið skal taka støðu til, um hann sjálvur skal hava eina revsirættarliga átalu ella ikki.

Tingskipanin hevur ongar ásetingar, sum gera tingfólk ógegnig í málum, sum snúgva seg um einstøk tingfólk.

Kári P. Højgaard kann av somu orsøk vera við í viðgerðini og atkvøða, tá málið um hansara leiklut í málinum um Skálafjarðatunnilin kemur fyri Løgtingið.

Og tað fer hann at gera sær dælt av.

- Eg eri fegin um, at eg sleppi at gera vart við míni sjónarmið á tingsins røðarapalli, og eg fari ikki at kalla eykamann inn, hóast hetta málið snýr seg um meg, sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109