Vilja hava løgtingið kallað saman

Vilja hava løgtingið kallað saman
Formenninir í Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum hava sent øllum tinglimum bræv, um at taka undir við at kalla tingið saman sum skjótast
 
10.07.2015 - 13:13

Løgmaður gav tinginum skeivar upplýsingar, og breyt tískil lógin um ábyrgd landsstýrismanna, staðfesti kanningin hjá Hans Gammeltoft Hansen.

Sambært formonnunum í Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, er hetta álvarsligasta og mest grundleggjandi lógarbrotið, ið kann fremjast hjá einum stjórnarleiðara ímóti tí fólkavalda tinginum í eini demokratiskari skipan, og tí heita teir á øll tingfólk og allar flokkar í tinginum um at taka undir við at kallatingið saman sum skjótast.

Høgni Hoydal, Aksel Johannesen og Poul Michelsen hava í dag sent tingfólkum bræv, har teir heita á tey um at kalla tingið saman sum skjótast.

Sambært andstøðuni, er tað ikki ein ein spurningur um samgongu og andstøðu. Men ein spurningur um tingræði, tign, og at tingið er evsti politiski myndugleiki, sum umboðar fólkið.

Poul Michelsen, Aksel Johannesen og Høgni Hoydal siga í brævinum, at teir hava væntað og vónað, at løgmaður sjálvur fór at taka avleiðingarnar av hesum og leggja frá sær. Men tá tað ikki er hent, halda teir, at Løgtingið sjálvsagt eigur at koma saman sum skjótast at staðfesta sítt demokratiska vald og at áseta bæði tær rættarligu og politisku avleiðingarnar.

Tí heita teir á allar flokkar og tingfólk um at taka undir við at kalla tingið saman sum skjótast.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava 12 tingfólk tilsaman, og tað skulu 14 undirskriftir til at kalla tingið saman, og tí hava teir brúk fyri undirskriftum úr samgonguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109