Skulu gera politikk fyri skapandi vinnu í Føroyum

Skulu gera politikk fyri skapandi vinnu í Føroyum
Fýra embætisfólk í miðfyrisitingini eru biðin um at gera ein politikk fyri skapandi vinnu í Føroyum
 
08.07.2015 - 14:43

Landsstýrið hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot um politikkin og eina heildarætlan við átøkum, sum geva skapandi vinnuni í Føroyum umstøður at mennast og vaksa.

Í arbeiðsbólkinum eru Oyvindur av Skarði úr Vinnumálaráðnum, Alda Joensen úr Mentamálaráðnum, Johannes Pauli Poulsen úr Fíggjarmálaráðnum og Elisabeth Fransiska Rasmussen av Løgmansskrivstovuni.

Tilfar um arbeiðið verður savnað á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum.

Skapandi vinna hevur mentanarligt og skapandi grundarlag. Rávøran hjá skapandi vinnu er eginleikin at hugsa, skapa og endurnýggja, sigur landsstýrið í tíðindaskrivi.

Arbeiðsbólkurin fer at kanna millum annað, hvussu stórur partur, skapandi vinna er í føroyska búskapinum, og hvussu skapandi vinna kann vera grundarlag fyri trivnaði og fólkavøkstri í Føroyum.

Bólkurin heitir á øll áhugað um at koma við uppskotum, sum bólkurin kann taka við í sítt arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109