Grisku bankarnir eru framvegis stongdir

Grisku bankarnir eru framvegis stongdir
Bankarnir vóru stongdir alla síðstu viku, men skuldu eftir ætlan lata uppaftur í morgun
 
06.07.2015 - 10:30

Somuleiðis eru avmarkingar í sjálvtøkunum, soleiðis at grikkar bara kunnu taka út 60 evrur um dagin.

Fleiri óttast, at pengagoymslurnar í grisku bankunum eru um at tømast. 

I gjárkvøldi boðaði griski tjóðbankin frá, at tey fóru at senda evropeiska miðbankanum eina formliga umbøn um at fáa fleiri pengar. Støða verður væntandi tikin til umbønina á fundi seinni í dag.

Griski vara-fíggjarmálaráðharrin, Nadia Valavani, segði í gjárkvøldi, at grikkar ikki kunnu rokna við at sleppa framat kontantum pengum, sum tey hava liggjandi í bankaboksum í landsins bankum. Útsøgnin elvdi sum vera man til ørkymlan.

Seinni trekti Valavani tó nakað í land.


Griski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, er ikki longur maðurin, sum skal leiða Grikkaland út úr búskaparligu kreppuni.

Varoufakis boðar í morgun frá, at hann leggur frá sær í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni í gjár, har grikkar søgdu dundrandi nei til krøvini, sum altjóða samfelagið setir landinum fyri at koma illa sperda, griska búskapinum til hjálpar.

Yanis Varoufakis hevur, saman við forsætisráðharranum Alexis Tsipras, staðið á odda fyri samráðingunum, ið griska stjórnin hevur havt við sínar lániveitarar síðstu mánaðirnar. 

Varoufakis sigur seg vera óynsktan í teimum samráðingum, sum skulu fara fram millum Grikkaland og altjóða samfelagið.

Seinni í dag fer týski samveldiskanslarin Angela Merkel til Paris á fund við franska forsetan Francois Hollande at umrøða støðuna. Og í morgin eru stjórnarleiðararnir og fíggjarmálaráðharrarnir í teimum 19 londunum í evro-samstarvinum boðsendir á toppfund.

Sambært eygleiðarum stendur alt opið. 

Úrslitið av grisku fólkaatkvøðuni í gjár varð, at 61,3 prosent av grikkum siga nei, meðan einans 38,7 prosent siga ja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342