Landskassin 254 mió. kr. í halli í 2014

Landskassin 254 mió. kr. í halli í 2014
Í fíggjarlógini fyri 2014 var hallið mett at verða 86 mió. kr. størri, tá pengar til íløgur, sum vórðu fluttir millum ár, eru taldir við
Løgtingið hevur fingið landsroknskapin fyri 2014. Landskassin hevði 254 milliónir í halli í fjør
 
01.07.2015 - 08:49

Løgtingið hevur fingið landsroknskapin fyri 2014. Sambært fíggjarlógini vóru 282 mió. kr. settar av til íløgur í fjør. Harafturat var loyvt at brúka 184 milliónir, sum vóru játtaðar til íløgur onnur ár, men ikki vóru brúktar tá.

Landið gjørdi íløgur fyri 360 milliónir krónur í fjør, so 107 milliónir vóru eftir til íløgur, og tær eru fluttar til árið 2015.

Orsøkin til, at hallið hjá landskassanum í fjør gjørdist 25,3 prosent minni enn mett í fíggjarlógini, var tann, at rakstrarútreiðslurnar vórðu hildnar á sama stigi sum fíggjarlógin, samstundis vóru inntøkurnar størri enn mett, sigur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109