Marius endurvunnið gullið

Marius endurvunnið gullið
Enn einaferð hevur Marius Joensen vunnið eitt oyggjaleikagull í skjóting. Í endaspurtinum í dag vann hann á Lennart Åkerblom úr Álandi
Marius Joensen, vinstrumegin, sum aftur í dag hevur vunnið gull í skjóting
Mynd: Solby Christiansdóttir  
 
30.06.2015 - 14:49

Marius Joensen hevur enn einaferð prógvað, at hann er ein avbera góður skjútti og klárar at halda høvdið kalt í avgerandi løtum.

Í dag kappaðust skjúttarnir á Oyggjaleikunum sum einstaklingar í greinini skeet.

Eins og á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani, stóð kappingin um gullið millum Marius Joensen úr Føroyum og Lennart Åkerblom úr Álandi. Aftur hesaferð vann Marius. Hann rakti 14 av 16 dúgvum. Álendingurin rakti 13 dúgvur.

Hetta er annað gullheiðursmerkið hjá Mariusi á Oyggjaleikunum á Jersey. Tað fyrra vann hann fyri lið saman við Sámali Debes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050