Løgmaður stuðul frá lokalum felag

Løgmaður stuðul frá lokalum felag
Norðoya Sambandsfelag stuðlar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og formanni Sambandsfloksins, eftir niðurstøðuna í kanningini hjá Gammeltoft-Hansen
Norðoya Sambandsfelag stuðlar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í kjalarvørrinum á frágreiðingini hjá Hans Gammeltoft-Hansen
 
30.06.2015 - 08:11

Í tíðindaskrivi sigur Norðoya Sambandsfelag, eftir at hava viðgjørt støðuna, og eftir at hava lisið niðustøðuna hjá Hans Gammeltoft-Hansen, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur fullan stuðul frá felagnum sum formaður floksins.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at "Niðurstøðan hjá Gammeltoft er, at alt, sum løgmaður gjørdi í málinum, var heimilað og at løgmaður ikki hevur misrøkt sína eftirlitskyldu.

- Løgmaður hevur ásannað at hann tók munnin ov fullan, tá hann eftir áhaldandi provokatión frá andstøðuni segði, at hann “slettis ongan lut” átti í avtaluni, skrivar felagið.

Ósemja í flokkinum um formannin

- Tað er eingin ivi um at tað er løgtingið sum hevur eftirlit við landsstýrinum og tí er tað upp til løgtingið at taka avgerð um hvørjar fylgir tað skal hava fyri løgmann, stendur í tíðindaskrivinum.

Eisini skrivar felagið, at tey harmast um ósakligu viðgerðina av frágreiðingini har niðurstøðan er at allar ákærurnar sum øsingin í miðlunum og á tinginum bygdu á einki hald høvdu í veruleikanum.

Tað er ósemja í Sambandsflokkinum um formannin. Tí fimm fyrrverðandi nevndarlimir í Føroya Væl - valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Havn - hava sent starvsnevnd Sambandsfloksins bræv, har heitt verður á nevndina um at biðja formannin leggja frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109