Flogbóltsmenninir í hálvfinaluni

Flogbóltsmenninir í hálvfinaluni
Við triðja sigrinum á rað hevur landsliðið hjá monnum í flogbólti tryggjað sær pláss í hálvfinaluni á oyggjaleikunum á Jersey
 
30.06.2015 - 11:57

Nú er greitt, at landsliðið hjá monnum í flogbólti er komið í hálvfinaluna.

Føroyar vunnu í dag 3-1 á Jersey. Settúrslitini: 25-16, 25-17, 21-25, 25-15.

Føroyar hava nú vunnið tríggjar dystir, og tað hevur tryggjað teimum pláss í hálvfinaluni

Í morgin er síðsti dysturin í bólkaspælinum, og tá møta Føroyar Saaremaa.

Saaremaa verður mett sum tað sterkasta liðið í kappingini.

Í løtuni bendir annars alt á, at Føroyar skulu spæla ímóti antin Álandi ella Bermuda í hálvfinaluni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050