Badmintonlandsliðið er í finaluni

Badmintonlandsliðið er í finaluni
Badmintonlandsliðið hevur spælt seg í finaluna í liðkappingini.
Føroyska badmintonlandsliðið fegnast um finaluplássið
 
29.06.2015 - 12:33

Føroyska badmintonlandsliðið vann í morgun hálvfinaluna, sum var ímóti Isle of Man.

Føroyar vunnu 3-0. Tað hevur við sær, at Føroyar eru í finaluni, sum verður ímóti Jersey.

Jersey verður mett sum eitt sera sterkt mótstøðulið, og tí eru tey sera  spent í badmintonleguni til finaluna í kvøld.

Føroyar hava higartil vunnið allar sínar dystir í liðkappingini í badminton.

Finalan verður ímóti Jersey í kvøld klokkan 20.00, og heimasíðan hjá kringvarpinum fer at leggja eitt sjónvarpsinnslag út, tá hon er liðug.

Hálvfinala millum Føroyar og Isle of Man 3-0

Einmansleikur menn: 2-1 (Benjamin Gunnarstein)

Einmansleikur kvinnur 2-1 (Rannvá Carlsson)

Tvímansleikur menn 2-0 (Niclas Eysturoy og Aksel Poulsen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212