Karina smurdi hinar av

Karina smurdi hinar av
Karina Ottosen er besta kvinnan í triatlon. Tað staðfesti hon væl og virðiliga, tá hon kom um málstrikuna fyri løtu síðani
Karina Ottosen, gullvinnari í triatlon, fyri Føroyar á oyggjaleikunum 2015
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
28.06.2015 - 19:24

Í triatlon lat Karina Ottosen ongan iva vera um, hvør er skjótast, best og fremst. Hon smurdi allar av og tryggjaði Føroyum annað gullmerkið í dag.

Karina legði út við at svimja 1.500 metrar, og tá tann teinurin var svomin, var Karina á fjórða plássi. Síðani skuldi hon súkkla 40 kilometrar, og tað var her, at hon setti seg á oddasessin og helt allan vegin - eisini teir 10 kilometrarnar, sum harafturat skuldu rennast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050