Eivør syngur fyri Vígdis

Eivør syngur fyri Vígdis
Eivør fær í kvøld heiðurin at syngja fyri Vígdis Finnbogadóttir, nú tað í hesum døgum eru 35 ár síðani Vígdis gjørdist forseti í Íslandi
Eivør syngur í kvøld fyri Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi, tá íslendsk og útlendsk listafólk fara at heiðra fyrrverandi forsetanum í Íslandi
 
28.06.2015 - 16:39

Í hesum døgum eru liðin 35 ár, síðani Vígdis Finnbogadóttir gjørdist forseti í Íslandi, og í hesum sambandi skipar Vígdis Finnbogadóttir-stovnurin fyri hátíðarløtu í dag.

Bæði íslendsk og útlendsk listafólk fara at heiðra Vígdis Finnbogadóttir. Eivør Pálsdóttir umboðar Føroyar, og fer at syngja fyri fyrrverandi íslendska forsetanum.

Sjónvarpið hjá íslendska kringvarpinum, RUV, sendir beinleiðis frá hátíðarløtuni klokkan tíggju minuttir yvir hálvgum níggju okkara tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948