Stjórn við bara Vinstra

Stjórn við bara Vinstra
Í Danmark fer Vinstri nú at skipa stjórn einsamallur
 
27.06.2015 - 09:57

Lars Løkke Rasmussen hevur boðað frá, at einki spurdist burtur úr stjórnarsamráðingunum við hinar borgarligu flokkarnar, og Vinstri fer einsamallur í stjórn.

- Eg haldi, at tað er undirtøka í Fólkatinginum fyri, at vit í Vinstra skipa stjórn, sigur Lars Løkke Rasmussen við danskar miðlar.

Hann verður sostatt forsætisráðharri í einari stjórn, sum skal hava undirtøku frá øðrum flokkum í øllum málum. Danski Fólkaflokkurin, Liberal Alliance og Tey Konservativu verða stuðulsflokkar.

Vinstri leggur nú seinastu hond á stjórnarskjalið, sum ætlandi verður liðugt um vikuskiftið. Danskir miðlar siga seg vita, at stjórnin fer  millum annað at lækka toppskattin.

Minnilutastjórnin við Vinstra hevur 34 fólkatingsesssir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109