Sambandsflokkurin: Limafeløgini viðgera støðuna

Sambandsflokkurin: Limafeløgini viðgera støðuna
Formenninir í limafeløgunum hjá Sambandsflokkinum fara nú at taka støðu til, um tey halda, at formaðurin skal halda fram
 
27.06.2015 - 12:44

Limafeløgini fara at viðgera støðuna á fundi á Sandi mánakvøldið.

Hugin Skaalum, formaður í Sambandsfelagnum í Vágum, sigur við útvarpið fyrrapartin, at tað er ikki í lagi, at løgmaður hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar.

- Fólkatingsvalið og veljarakanningar annars vísa, at Sambandsflokkurin hevur tað trupult. Tíðin er kanska búgvin at skifta formann, men eg veit ikki, hvat hini limafeløgini halda, sigur hann við útvarpið í dag.

Hann fer nú at vita, hvat hini limafeløgini siga um støðuna í Sambandsflokkinum. Hann væntar, at limafeløgini koma við einari niðurstøðu eftir fundin mánakvøldið.

Løgmaður, tingmanningin og landsstýrisfólkini hjá Sambandsflokkinum vóru á fundi á Gamla Apoteki hósdagin, har støðan var umrødd, nú kanningarstjórin Hans Gammeltoft-Hansen hevur staðfest, at løgmaður bar løgtinginum skeivar upplýsingar.

Niðurstøðan á fundinum var, at formaðurin fer at kalla landsnevndina saman fyrst í august, og tá fer flokkurin at viðgera politisku støðuna og spurningin, um Kaj Leo Holm Johannesen skal vera sitandi sum formaður.

Sjálvur er Kaj Leo Holm Johannesen sinnaður at fara frá sum formaður, um flokkurin metir tað vera bestu loysnina. Verður tað niðurstøðan, ætlar hann sær kortini at vera sitandi sum løgmaður til valið er útskrivað.

Sambandsflokkurin hevur veljarafeløg í Suðuroy, í Havn, á Sandoy, í Vágum, í Norðstreymi, í Eysturoynni, í Norðuroyggjum, umframt ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477